Jobmatch.jpg
Skriva út

Granskingarráðið á Jobmatch 2019

leygardagur 28.12.2019, kl. 12:00, Norðurlandahúsið

Jobmatch verður 28. desember 2019 í Norðurlandahúsinum. Tiltakið er serliga ætlað lesandi í Føroyum og uttanlands og fer at varpa ljós á starvsmøguleikar og geva rúm fyri ítøkiligum samrøðum um komandi samstarv.

Granskingarráðið fer á Jobmatch í ár eins og undanfarin ár at gera vart við, hvørjir møguleikar eru fyri at arbeiða sum granskari í Føroyum ella sum føroyskur granskari uttanlands við tilknýti til føroyskar stovnar og fyritøkur.

Serligur dentur fer at verða lagdur á, at til ber at søkja stuðul úr Granskingargrunninum til verkætlanir. Vit fara serliga at vegleiða fólki, sum umhugsa at søkja stuðul til phd.-lestur. Freistin at søkja Granskingargrunnin í 2020 er 15. februar kl. 12, so tað er í tøkum tíma at søkja sær ráð á Jobmatch.

Granskingarráðið fer bæði at hava ein bás og at hava eina framløgu við góðum ráðum í sambandi við umsóknararbeiðið. 

Vit verða á bási 39 í Høllini. Har vera starvsfólk tøk at vegleiða og geva góð ráð í sambandi við umsóknir og granskingarmøguleikar yvirhøvur. Bíleggur tú tíð frammanundan, ert tú vís/ur í, at sleppa framat.

Annars ber altíð til at hitta okkum á skrivstovuni á Bryggjubakka og at kunna teg um møguleikar og treytir á gransking.fo