LSH.jpg
Skriva út

Granskingardagur á Landssjúkrahúsinum

hósdagur 24.05.2018, kl. 13:00, Landssjúkrahúsið

Árligi Granskingardagurin verður í ár hildin á Landssjúkrahúsinum tann 24. mai. 

Landssjúkrahúsið ynskir at vísa á gransking og granskingarúrslit, sum antin verður gjørd á Landssjúkrahúsinum ella framd av persónum við tilknýti til Landssjúkrahúsið.

Ætlanin er at vísa á so nógvar granskingarverkætlanir sum gjørligt, bæði tað sum er í gongd, umframt tað sum er ávegis.

Dagurin fer fram í forhøllini á Landssjúkrahúsinum.

Eins og seinast verður høvi hjá øllum starvsfólki á Landssjúkrahúsinum at vera við á degnum. Eisini verða starvsfólk og samstarvsfelagar á øðrum viðkomandi stovnum boðin við umframt umboð frá viðkomandi myndugleikum.

Høvi verður at hoyra fleiri styttri fyrilestrar og síggja framsýning av verkætlanarpostarum. Harumframt verður skipað fyri kapping millum tey, ið hava latið inn postara til Granskingardagin, og heiðursløn verður latin besta postara.

Tey ið hava eitt granskingarsamstarv við Landssjúkrahúsið eru vælkomin at senda okkum abstracts innan sunnudagin 1. apríl kl. 12.00 á helena@ls.fo