Gransking í Føroyum 2017
Fróðskaparfelagið skipar fyri ráðstevnuni Gransking í Føroyum. Ráðstevnan er ætlað granskarum, men eisini lesandi og tey, sum hava áhuga fyri gransking, kunnu luttaka.
Á skránni er tveir høvuðsfyrilestrar, ein røð av styttri framløgum, postara sessión og røður. Síðst á skranni er tiltak kallað Vísindi í verki - Matur og drekka. Her fer Leif Sørensen at hava brellbitar við, Okkara bjóðar smakkiroyndir og framløgu v/ Søren Anholt, og Føroya Bjór bjóðar smakkiroyndir
Høvuðsrøðararnir eru
Lise Lotte Hansen, ph.d. lektari við Aarhus Universitet: "Identifikation af epigenetisk baserede cancer biomarkører"
og
Reid Hole, Dr. Prorektari fyri Forskning og utvikling við Nord Universitet: "Samspill i forskning"
Sí alla skránna her
Ráðstevnan er ókeypis. Við atliti at mati biðja fyrireikararnir luttakarar skráseta seg við at senda teldupost til winny@setur.fo