GLISFO verkstova
Granskarar úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum fara í døgunum 19. - 21. august at savnast til eina verkstovu í Norðurlandahúsinum, sum Norðurlendski Ráðharrastovnurin hevur latið fígging til.
Á verkstovuni verður høvi hjá granskarunum at hugsavna seg um týðandi vísindalig mál av felags áhuga, sum ætlandi kunnu geva íblástur til framtíðar vísindaligt samstarv millum londini.
Á skránni verða felags tiltøk og evnisbólkar við framløgum og kjaki. Skráin verður løgd útfrá lyklaorðum, sum vóru ásett fyri verkstovuna. Tey eru grøn orka, sosialvísindi, trygd/geopolitikkur, hav, veðurlag og bláur búskapur, burðardygd og mentan og heilsa/arvafrøði.
Væntandi verða umleið 70 luttakarar til tiltakið. Tilmeldingarfreistin er farin, men um onkur granskari hevur hug at luttaka, ber enn til at venda sær til Granskingarráðið .
Granskingarráðið, grønlendska Granskingarráðið, Rannis - Íslendski Depilin fyri Gransking - og íslendska Arktiska Samstarvsnetverkið skipa fyri verkstovuni.