Fyrilestur um berarakanning fyri ílegusjúkur
Fríggjadagin 27. oktober kl. 17 verður fyrilestur við Inge B. Mathijssen, kliniskum genetikara úr Amsterdam.
Tað er felagið Arvasjúkan, sum skipar fyri.
Tilmelding til tiltakið er her
Tey siga soleiðis um tiltakið:
Inge Mathijssen hevur gjørt eina ph.d. verkætlan, sum m.a. snýr seg um íverksetanina av einum ambulatorii í Volendam, sum er eitt genetiskt avbyrgt, konservativt katólskt samfelag við 22.500 íbúgvum.
Íbúgvar í barnsburðaraldri fingu bjóðað íleguberarakanning, sum kannaði teirra berarastøðu fyri 4 av teimum mest hættisligu ílegusjúkunum í bygdini. Úrslitini av verkætlanini vóru øgiliga góð, og í 2012 varð berarakanning fyri gitna bjóðað sum eitt tilboð til pør og einstakligar í bygdini, sum ætla sær børn.
Ambulatoriið var væl móttikið av íbúgvunum og koyrir enn. Inge greiðir m.a. eisini frá, at íbúgvarnir í Volendam hava sjálvir havt ein stóran leiklut í avgerðunum um, hvussu mannagongdin fyri kanningarnar og ráðgeving í hesum sambandinum skal vera.
Les meira um verkætlanina her.
Berarakanningar
Ein partur av at fyribyrgja serliga álvarsligar ílegusjúkur er at staðfesta, um tú ert berari av onkrari av hesum sjúkunum. Hetta kann gerast við "íleguberaraskreening" - ella berarakanning.
Berarakanning er eitt slag av ílegukanning, sum leitar eftir ílegubrekum, ið kunnu elva til ávísar arvaligar sjúkur. Kanningin verður vanliga gjørd við persónum, sum ikki hava sjúkueyðkenni sjálvi, men sum møguliga eru berarar av einum sjúkuelvandi ílegubreki.