Russell+Fielding
Skriva út

Fyrilestur: Siðvenjur í sambandi við grind í Karibia og í Føroyum

hósdagur 15.06.2023, kl. 19:00, Tjóðsavnið, Brekkutún 6

Tjóðsavnið skipar fyri almennum fyrilestri við amerikanska granskaranum Russell Fielding um mentan og siðvenjur í sambandi við grind í karibiska St. Vincent & Grenadines og í Føroyum.

Hóast Føroyar kunnu tykjast fullkomiliga ólíkar einum karibiskum oyggjasamfelagi, hava vit nógv til felags - eitt tætt samband við havið og tilfeingið, havið gevur. Fyrilesturin tekur støði í 20 ára gransking um mentanarliga og búskaparliga leiklutin, grindin hevur havt, og enn hevur í teimum báðum oyggjasafeløgunum.

Russell Fielding er lektari í geografi á HTC Honors College á Coastal Carolina University í USA. Hann hevur skrivað bókina “The Wake of the Whale: Hunter Societies in Caribbean and North Atlantic”. Bókin verður til sølu og rithøvundurin kann signera hana.

Bókin byggir á ph.d-verkætlan hansara, sum varð stuðlað av Granskingarráðnum. Sí meira her

Kelda: tjodsavnid.fo