Hvussu er at vera ein fuglur.jpg
Skriva út

Fyrilestur: Hvussu er at vera ein fuglur?

týsdagur 28.05.2019, kl. 19:00, Kongshøll

Týskvøldið hin 28 mai kl. 19 verður forkunnugur fyrilestur í Kongshøll við bretska professaranum Tim Birkhead.

Tim Birkhead hevur ph.d í lívfrøði og er víðagitin høvundur, vísindamiðlari og granskari innan fuglafrøði. Við sínum drúgvu granskingarroyndum og frálíku evnum at miðla gransking á ein viðkomandi hátt, gevur hann lesarum og áhoyrarum eitt heilt serstakt innlit í fugl og fuglalív. Ein tann kendasta bókin hjá honum, ‘Bird Sense: What It’s Like to Be a Bird’, gjørdist New York Times bestseljari og hevur vunnið fleiri heiðurslønir. Heitið á hesi bók verður eisini yvirskriftin til fyrilesturin í Kongshøll týskvøldið.

Eldhugin og førleikarnir, ið Tim Birkhead hevur sum vísindafólk og fyrilestrarhaldari, kunnu m.a. síggjast í hansara TED-fyrilestri, og lagt er upp til ein spennandi fyrilestur  fyri øll fugla- og vísindaáhugaði. Skipað fyri tiltakinum hava Føroya Fuglafrøðifelag og Fróðskaparfelagið.

Fyrilesturin verður á enskum og er ókeypis. Gjørligt verður at keypa bókina Bird Sense aftaná framløguna.

Sí eisini tiltakið á Facebook