Fuglagransking - summarið 2021
Føroya Fuglafrøðifelag setti tíðliga í ár á stovn grunnin Kenneth Williamson fuglagrunnin. Við stuðuli frá Tórshavnar Kommunu hava vit tí kunna bjóða fleiri ungum granskarum til Føroya at granska í okkara spennandi fuglalívi. Hóskvøldið 9. sep kl 19.00 fara tey at leggja fram teirra granskingarúrslit ella teirra vónir um, hvat tey hava lært av sínum uppihaldi í Føroyum.
Framløgurnar verða hesar:
Johan Henrik Funder Castenschiold (Danmark):
The potential use of Unmanned Aerial Vehicles for seabird monitoring in the Faroes – a pilot study
Ben Porter (Wales):
Investigating the impacts of light pollution and marine developments on nocturnal seabirds in the north-east Atlantic - a pilot study
Anne Ausems (Pólland):
PhD defence - Reconstructing important phases of the annual cycle of four species of storm-petrels using stable isotope analyses and ptilochronology
Alexandra Fink (Týskland):
Studying chick diets of declining seabird species
Kaffi, te og okkurt afturvið verður at fáa.