Freist til kappingina Ársins Vitanarfróðu 2020
Hvørji verða Ársins Vitanarfróðu 2020?
Granskingarráðið og Nám skipa á triðja sinni fyri kappingini Ársins Vitanarfróðu. Hetta er kapping, sum allir skúlanæmingar í Føroyum kunnu luttaka í. Næmingarnir skulu arbeiða eftir einum leisti, sum líkist tí hjá vaksnum granskarum. Kappingin er skipað við íblástri frá Nysgjerrigper kappingini í Noregi.
Hava tit hug at vera við, mugu tit byrja at hugsa um evni at granska og fyrireika tykkum. Freistin at senda tilfar inn til kappingina er 28. februar 2020. Tilfarið skal sendast inn við telduposti til gransking@gransking.fo
Kappingin Ársins Vitanarfróðu
Tit mugu arbeiða saman sum flokkur ella í minsta lagi 5 næmingar. Tit kunnu granska okkurt, sum undrar tykkum. Nýtið arbeiðsháttin hjá Vitanarfróða og Vitanarfróðu. Skrivið eina frágreiðing um tykkara gransking og sendið okkum hana.
Tit kunnu granska tað, tit hava hug til og í øllum fakum.
Vegleiðing til, hvussu tit gera er her
Vinningar
Allir flokkar, sum luttaka, fáa prógv fyri, at teir hava verið við.
Ein dómsnevnd fer at lesa allar frágreiðingarnar og at meta um, hvør vinnur.
Flokkurin, sum vinnur kappingina, fær virðisløn á 5000 kr., heiðurin at nevna seg Ársins Vitanarfróðu og ein túr í náttúruna við tveimum granskarum at síggja okkurt forvitnisligt.
Vinnarin verður kunngjørdur í apríl 2020 á almennum tiltaki.
Í 2017 vann 5. flokkur í Eysturskúlanum við frágreiðingini Er tað neyðugt at brúka sápu?
Í 2019 var tað 5. flokkur í Sands Skúla sum vann við frágreiðingini Hvørja farvu hevur eitt spegl?