Framløgudagur: Fiskivinnuroyndir
Fiskivinnuroyndir skipa nú aftur fyri framløgudegi. Framløgudagurin er ikki fastalavintsmánadag sum vanligt, men er fluttur til fríggjadagin 25. februar. Á framløgudegnum leggja verkætlanumsitarar og -leiðarar fram og greiða frá, hvat er komið burturúr.
Framløgudagurin byrjar kl 9.00 við kaffi og onkrum undir tonnina. Byrjað verður stundisliga kl. 9.30 tá landstýrismaðurin Árni Skaale bíður vælkomin.
Síðan verður greitt stutt frá fiskivinnuroyndum. Restina av fyrrapartinum og eisini seinnapartin verða styttri framløgur, sum hava sítt støði í verkætlanum sum fiskivinnuroyndir hava stuðlað.
Á middegi er døgurði har ymiskir fiskarættir verða at fáa.
Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at boða frá luttøku frammanundan og í seinasta lagi týsdagin 22. feb. 2022 (kl. 12). Tilmelding her
Tiltakið er ikki beinleiðis alment, men mest ætlað fólki við áhuga fyri økinum íroknað umsiting og vinnunevnd løgtingsins.
Plássið er avmarkað og í mesta lagi 100 kunnu luttaka.