Frændafundur 12 - Burðardygd sum kumpass
Frændafundur er navnið á rannsóknarsamstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskóla Íslands, sum rektaraavtala varð gjørd um í 1990. Triðja hvørt ár heldur samstarvið tvørfakliga ráðstevnu, aðra hvørja ferð í hvørjum landinum. Samstarvið er skipað við nevnd í báðum londunum.
Ráðstevnan verður hildin á 12. sinni í Havn 29.-31. mai 2025
Ráðstevnan er tvørfaklig og yvirskrift hennara er:
Burðardygd sum kumpass - Hvussu vísir hugtakið burðardygd seg í ymsum vísindagreinum?
Frøðingar, studentar og onnur áhugað eru boðin at senda inn uppskot um fyrilestrar, sum tey hava hug at halda á ráðstevnuni. Uppskot um fyrilestrar við heiti og stuttum samandrátti á umleið 250 orð skulu sendast til Zakaris Svabo Hansen (zakarish@setur.fo) í seinasta lagi 1. mars 2025.
Svar upp á fyrilestraruppskot fáast 10. mars 2025.