Ester Weihe Jacobsen verjir ph.d. á KU
Týsdagin 26. apríl kl. 13 føroyska tíð verjir Ester Weihe Jacobsen ph.d.-ritgerð sína við Københavns Universitet.
Heitið á ritgerðini er: "Psoriasis The occurrence, familial aggregation, and phenotype of psoriasis in the Faroe Islands".
Ester hevur verið innskrivað á institut for Klinisk Medisin á Københavns Universitet, men hevur í stóran mun arbeitt við verkætlanini á Landssjúkrahúsinum og Ílegusavninum.
Vegleiðarar hava verið Ole Birger Vesterager Pedersen, professari, Gregor Borut Ernst Jemec, professari, Charlotte Brasch-Andersen, professari, og Claus Thorn Ekstrøm, professari.
Í metingarnevndini eru Simon Francis Thomsen, professari á Københavns Universitet og deildarleiðari á Bispebjerg Hospital, formaður, Lars Iversen, professari á Aarhus Universitet, og Farida Benhadou, professari á Dr Lowy Dermatology & Laser Practice í Belgia.
Verjan, sum er almen, verður í Mærsk Tårnet á Blegdamsvej 3B, København N. og talgilt. Til ber at fylgja við talgilt á Zoom Loyniorð: 747474
Granskingarráðið hevur stuðlað ph.d.-verkætlaini hjá Ester Weihe Jacobsen. Sí meira um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum og á psoriasis.fo