Creative Business Cup
Skriva út

Creative Business Cup Føroyar

hósdagur 23.08.2018, kl. 08:00, Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum

Hósdagin 23. august verður nýggja Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum karmur um kappingina Creative Business Cup Føroyar, ið er ein kapping millum føroyskar íverksetarar.

Vinnarin umboðar Føroyar í altjóða Creative Business Cup kappingini, ið verður í Keypmannahavn í november. Creative Business Cup er ein altjóða íverksetarakapping har kappast verður um heiðurin at verða heimsins besti íverkseti innan kreativar vinnur.

Endamálið við kappingini er, at varpa ljós á og stuðla íverksetarum og fyritøkum í kreativu vinnuni, umframt at verða bindilið millum íverksetarar, íleggjarar og altjóða marknaðin. Í ár taka fleiri enn 70 lond lut í kappingini í Keypmannahavn.

Í Føroyum verður kappingin skipað sum eitt samstarv millum Vinnuframa, Íverksetarahúsið, Fróðskaparsetur Føroya og Hugskotið. Øll sum hava eina nýskapandi íverksetarafyritøku, kunnu melda seg til, við at senda ein teldupost til hugskotid@hugskotid.fo har eitt tilmeldingarskjal verður útflýggjað.

Seinasta freist at melda til er 25. juli, og eitt panel velur út fimm fyritøkur, sum sleppa við í føroysku finaluna í Kongshøll, at leggja fram fyri einum royndum dómarapaneli. Vinnarin sleppur síðani víðari til altjóða finaluna í Keypmannahavn. Meira kunning fæst við at venda sær til Sóley Heradóttir Hammer á tlf. 289333 ella Bjartur Nolsøe á tlf. 239500