Bókaframløga: Free Speech, Religion and the United Nations
Hósdagin 27. februar fer Heini í Skorini at leggja fram bók sína "Free Speech, Religion and the United Nations" á tiltaki á King's College í London.
Tað var forlagið Routledge University Press, sum í september 2019gav bókina hjá Heina í Skorini út. Hon er um spenningarnar ímillum talufrælsið og religión. Bókin fer afturum tann politiska dystin í ST og viðger tað diplomatiska stríðið um at definera innihaldið í altjóða lóg hesum viðvíkjandi. Bókin vísir, hvussu klassisk mannarættinda-hugtøk verða brúkt og misbrúkt av politiskum aktørum, og hvussu tað politiska stríðið um at orða og tulka altjóða lóg fer fram í praksis. Bókin er ein dagførd útgáva av ph.d.-ritgerð frá 2017 á King’s College London. Routledge telist millum tey fremstu akademisku forløgini í mun til samfelagsvísindi og altjóða politikk.
Les meira um framløguna her