Altjóða DNA dagur
Flaggdagin, tann 25. apríl, er altjóða DNA dagur. DNA er stytting fyri deoxyribonucleic acid, sum vit á føroyskum kalla arvastrongurin. Tað var á hesum degi í 1953, at Watson, Crick, Wilkins og Francis góðu út vísindaliga grein um DNA bygnaðin. Á hesum sama degi, 50 ár seinni, varð tað almannakunngjørt, at arvamassin hjá menniskjum var kortlagdur. Tí er hesin dagur kosin at vera altjóða DNA dagur, og síðani 2013 hava fólk og stovnar runt alla verðina hátíðarhildið henda dagin. Í ár hava vit valt eisini at hátíðarhalda hendan dagin í Føroyum.
Skipað verður fyri einum tiltaki í Perluni tann 25. apríl 2018 frá kl. 16:00 . Tiltakið verður í tveimum pørtum. Tann fyrsti parturin inniheldur stuttligt og handaligt DNA virksemi til børn, og í tí seinna partinum verða stuttir fyrilestrar (10 min. hvør) um DNA til tey ungu og vaksnu.
Endamálið við tiltakinum er at kunna almenningin um DNA, og um hvussu DNA verður brúkt í gransking og í samband við heilsu í Føroyum.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.
Sí skránna her
Sí tiltakið á Facebook her