Almennur fyrilestur um sníkar í seyði og neytum
Í sambandi við føroysku verkætlanina “Occurence of Cryptosporidium and Giardia in sheep and cattle in the Faroe Islands - a potential for parasitic contamination of drinking water reservoirs?”, sum er stuðlað av Granskingarráðnum, verður skipað fyri fyrilestri við Lucy Robertson, professara á Norges Miljø- og Biovitenskapelige Universitet (NMBU).
Lucy hevur í áratíggju granskað innan yvirvøku og ávísing av sníkunum Cryptosporidinum og Giardia í vatni og mati, somuleiðis í eftirliti og stýring ísv. útbrot, menning av kanningarháttum v.m. Lucy hevur sostatt drúgvar royndir og holla vitan innan á hesum øki og fer hon í sínum fyrilestri at greiða frá, hvar og hvussu sníkarnir Cryptosporidium og Giardia flyta seg í umhvørvinum.
Eisini fer Kim S. Bergkvist frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at greiða frá føroysku verkætlanini.
Aftaná verða spurningar og kjak.
Kaffi og okkurt afturvið verður at fáa.
Verið vælkomin!
Skrá:
Finnast sníkarnir – Cryptosporidinum og Giardia – í føroyskum seyði og neytum, og kunnu hesir dálka drekkivatnið?
(Kim S. Bergkvist, Heilsufrøðiliga Starvsstovan)
Cryptosporidium and Giardia, and their transmission
(Prof. Lucy Robertson, NMBU)
Mynd: (c) Annika Sølvará