Úrslit.jpg
Skriva út

Granskingarúrslit

Hvøji úrslit spyrjast burturúr gransking, hvussu fáa vit innlit og hvat verða úrslitini nýtt til? Hetta eru eins viðkomandi upplysingar, sum hvør fær stuðul til gransking og hvørju arbeiða sum granskarar.

Stutt sagt eru granskingarúrslit nýggj vitan. Øll gransking leggur í størri ella minni mun afturat tí vitan, sum vit longu hava. Annaðhvørt verður funnið fram til okkurt nýtt ella - og tað hendir meira enn so - verður ikki funnið nakað nýtt. Granskingin kann undirstrika tað, sum vit longu vita, hon kann koma fram til nakað annað enn áður og hon kann koma við onkrum heilt nýggjum. Í flestu førum verða reistir eins nógvir nýggir spurningar, sum tað eru funnin svar. Men oftast er komið eitt stig víðari onkran vegin.

Granskingarúrslit kunnu verða so nógv. Tað kann vera vitan um, hvussu vit betri fyribyrgja ella viðgera eina sjúku. Tað kunnu vera betraðar mannagongdir í framleiðslu. Tað kunnu vera greiningar, sum greiða okkum frá, hví okkurt ávíst politiskt hendi. Tað kann vera frágreiðing um, hví og hvussu umhvørvi ella veðurlagið broytist.

Úrslit verða almannakunngjørd vísindaliga og almentvísindaliga

Granskarar fortelja øðrum granskarum um síni úrslit við at skriva vísindaligar greinar, sum koma í altjóða tíðarrit. Summi tíðarrit eru kendari og fínari enn onnur at fáa sínar greinar í. Dømi um kend tíðarrit eru Nature og Science. Í Føroyum eiga vit eitt vísidnaligt tíðarrit. Tað er Fróðskaparrit, sum er komið út síðani 1952.

Eisini skriva fleiri granskarar bøkur. Hesar eru bæði til aðrar granskarar og til almenningin, sum hevur áhuga í granskingarevninum.

Flestu granskarar halda eisini fyrilestrar og hava framsýningar, “postarar”, á vísindaligum ráðstevnum.

Mesta av granskingini verður eisini miðla umvegis undirvísing á universitetum. 

Síðst men ikki minst greiða granskarar frá um sína gransking og síni úrslit alment, eitt nú umvegis fjølmiðlar, við almennum fyrilestrum og í samrøðum við einstaklingar. 

Úrslit verða brúkt í samfelagnum

Tað eru nógvir ymsir mátar at brúka granskingarúrslit. Vitanin, sum kemur frá ymsum verkætlanum, kemur skjótari ella spakuligari út til tey, sum arbeiða á økinum.

Í vinstra bredda eru fleiri síður, har til ber at frætta um ymisk granskingarúrslit.