Frágreiðingar 2019
Tað komu frágreiðingar frá 11 bólkum úr 3 skúlum til kappingina Ársins Vitanarfróðu 2019.
Tann 10. mai var tiltak á Torginum í SMS. Har varð kunngjørt, at Bólkur 2. úr 5. flokki í Sands Skúla vann ársins kapping. Les meira her
Frágreiðingarnar síggjast allar her:
Bólkur 1 úr 8. flokki í Skúlanum á Argjahamri við frágreiðingini: “Á hvønn hátt er dreparasnigilin eitt skaðadjór.”
Bólkur 2 úr 8. flokki í Skúlanum á Argjahamri við frágreiðingini: “Hvat kann man gera fyri at minka um talið á skógarmottum í Føroyum?”
Bólkur 3 úr 8. flokki í Skúlanum á Argjahamri við frágreiðingini: “Flatmaðkur.”
Bólkur 4 úr 8. flokki í Skúlanum á Argjahamri við frágreiðingini: “Kann man kalla eiturkopp fyri skaðadjór.”
Bólkur 5 úr 8. flokki í Skúlanum á Argjahamri við frágreiðingini: “Kunnu vit sleppa av við silvurfiskar.”
Bólkur 1 úr 5. flokki í Sands skúla við frágreiðingini: “Hví er tað summi børn, sum ikki vaksa?”
Bólkur 2 úr 5. flokki í Sands skúla við frágreiðingini: “Hvørja farvu hevur eitt spegl?”
Bólkur 1 úr 1.- 5. flokki í Sands skúla við frágreiðingini: “Hví var Maria vald at vera mamma at Jesusi?”
Bólkur 2 úr 1.- 5. flokki í Sands skúla við frágreiðingini: “Hví hava vit jólatræ?”
Bólkur 3 úr 1.- 5. flokki í Sands skúla við frágreiðingini: “Hvar býr jólamaðurin?”
Bólkur 1 úr 5. flokki í Eysturskúlanum við frágreiðingini: “Vigar luft nakað?”
Vit takka flokkunum og lærarum teirra fyri, at tey vildu vera við. Flott arbeiði!