Vitanarfrodu Hovd
Skriva út
Lagt út: 26.11.2024

Vitanarfróðu - kanningarháttur 

Stuttlig og kveikjandi læruleið

Kanningarhátturin hjá teimum Vitanarfróðu leggur upp til, at undrast, kanna, spyrja, granska, forvitnast og fortelja um eitt evni, sum tú/tit sjálvi velja.

Øll kunnu brúka hendan kanningarháttin, bæði børn og vaksin. Hann riggar sera væl til bólkaarbeið, til dømis í einum skúlaflokki. 

Vitanarfróðu í skúlatíðini

Leisturin hevur 6 ymisk stig, har tit sum tað allarfyrsta velja eitt gott og forvitnisligt evni, gjarna tvørfakliga, sum tit ynskja at kanna nærri. Hetta kunnu tit gera sum flokkur ella í smærri bólkum.

Soleiðis gera tit eina frágreiðing

Takið skjalið til frágreiðingina, sum greiðir frá mannagongdini og arbeiðsháttinum, niður her 

Lýsið tykkara spurdóm og arbeiðið. Minnist til, at lærarin kann hjálpa og leggja lag á, men næmingarnir mugu sjálvir eiga frágreiðingina.

Takið endiliga myndir, sum vísa, hvussu tit hava arbeitt, og at tit hava havt tað stuttligt. Setið fleiri myndir í frágreiðingina. Minnist til, at myndir krevja samtykki. Tit skulu tí hava loyvi til at brúka myndir av fólki og tit mugu eisini biðja um skrivligt loyvi, um tit brúka myndir, sum onnur hava tikið.  

Tað er einki beinleiðis mark fyri, hvussu long frágreiðingin kann vera, og hvussu nógva tíð tit seta av til kanningararbeiðið. Tit avgera púra sjálvi.

Tá tit hava gjørt frágreiðingarnar kunnu tit fortelja øðrum í flokkinum ella skúlanum um tær. Tit kunnu eisini taka tær við heim til familju og vinir. 

Árlig kapping

Um tit hava hug, kunnu tit eisini luttaka í kappingini um at gerast “Ársins Vitanarfróðu”. Tá má arbeiðið savnast í eina frágreiðing, sum skal sendast til Granskingarráðið. Hetta er serliga ætlað 4.-7. floks næmingum, men onnur kunnu eisini vera við.

Arbeiðast kann alt skúlaárið. Til dømis kann arbeiðast í oktober og sendast inn til freistina á, sum er fyrst í mai á hvørjum ári. Les meira um kappingina 2024-2025 her.

Íblástur frá Nysgjerrigper

Ársins Vitanarfróðu er skipað eftir leisti hjá Nysgjerrigper í Noregi. Vit hava gjørt skipanina einfaldari og lagað hana til føroysk viðurskifti. Tørvar tykkum íblástur, ber væl til at fáa tað á síðuni hjá Nysgjerrigper her.

Í føroysku Nátturu og tøkni-lærubókini "Gaia 4" frá 2021, verður eisini komið inn á okkara kapping og annars greitt frá kanningarháttinum hjá teimum Vitanarfróðu, hvat ein góður spurdómur er og dømir um evnir tikin fram.

Til lærarar

Vegleiðing til lærarar er (á norskum) her