Stuðul til gransking á arbeiðsmarknaðarøkinum
Granskingarráðið lýsir við stuðli til granskingarverkætlanir um arbeiðsmarknaðin í Føroyum.
Yvirskipað skulu verkætlanir, sum fáa stuðul, gagna arbeiðsmarknaðinum frameftir.
Talan kann verða um gransking, ið fevnir um allan arbeiðsmarknaðin, eins og talan kann vera um gransking í viðurskiftum, sum hava serligan týdning fyri starvsfólk í ávísari vinnu ella á ávísum starvsøki.
Virkisøkið er ikki avmarkað, men tað er ein treyt, at talan er um gransking í viðurskiftum, sum eru viðkomandi fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum, ella gransking í øðrum arbeiðsmarknaðarviðurskiftum, sum tørvur er á at fáa lýst.
Bert granskarar, sum eru starvssettir á ella samstarva við granskingarstovnar í Føroyum, kunnu søkja um stuðul. Allur játtaður stuðul skal nýtast í Føroyum, undantikið útreiðslur til ferðing og ráðstevnuluttøku.
Sí lýsing fyri 2024 her