Psoriasis.jpg
Skriva út
Lagt út: 22.06.2020

Nýggj vitan um psoriasis kann fáast við at granska eldri heilsukannningar

Seinasta árið hevur verið arbeitt við verkætlanini “Nútímansgerð av eldri kanning fyri psoriasis”. Hetta er verkætlan hjá Føroya Psoriasisfelag, stuðlað av Sjúkrakassagrunninum. Verkætlanin er framd í tøttum samstarvi við Ílegusavnið, har verkætlanarleiðarin Anna Katrin Matras eisini hevur havt starvsstað.

Verkætlanin tekur støðið í eini kanning av øllum íbúgvunum í Norðoya læknadømi við atliti til sjúkuna psoriasis. Hendan varð framd, meðan Gunnar Lomholt var reservalækni við Klaksvíkar Sjúkrahúsi tíðarskeiðið 1947- 48.

Anna Katrin Matras hevur gjøgnumgingið kanningina hjá Lomholt og greinað og skipað tilfarið av nýggjum í nútímans telduskipan. Harafturat er tilfarið samanborið við eina fólkateljing frá 1949, sum ikki áður er kannað. Saman við ættarbandsskránni hjá Ílegusavninum og upplýsingum frá hesum kanningum er gjørt eitt nýtt ættartræ við psoriasis sjúklingum og ættfólkum teirra.

Í grein í Dimmalætting í vikuskiftinum greiðir Anna Katrin Matras neyvari frá gransking síni og møguleikunum at fáa meira vitan, sum kann gagna psoriasis sjúklingum í Føroyum.

Samanumtikið kann sigast at hendan verkætlanin hevur prógvað, at eldri heilsulig data kunnu gerast nýtilig í nútíðar granskingarhøpi. Óivað liggur nógv heilsuligt arkivtilfar, sum á líknandi hátt kundi verið talgilt og komið nútíðargransking í spesifikkum sjúkum til góðar. Seinastu árini er sokallað “Big Data”-gransking vaksin almikið, t.e. gransking, har stórar mongdir av data verður skipað teldutøkt og sett saman uppá mátar, sum ikki hevur verið gjørligt áður. Í gransking í heilsu og samfelagsligum viðurskiftum, verða nýggju møguleikarnir mettir sum ein nutímans vísindalig kollvelting.

Les longru greinina, sum var í Dimmalætting 20. juni 2020 her

Verkætlanin fekk kr. 398.000 í stuðli frá Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum.