Knapt 1500 fólk vóru til Vísindavøku á ferð
Í farnu viku skipaði Granskingarráðið fyri átakinum Vísindavøka á ferð. Samanumtikið kann sigast, at tiltakið eydnaðist sera væl. Knapt 1500 fólk møttu til teir 45 fyrilestrarnar, sum vóru hildnir kring landið, og afturmeldingarnar um fyrilestrarnar eru góðar.
Hetta er fyrsta royndin at fara út um alt landið við Vísindavøkutiltøkum. Átakið er gjørt í samstarvi við granskingarstovnarnar og granskarar. Eftir áheitan játtaðu granskarar at bjóða seg fram at halda fyrilestur um okkurt, sum viðkomandi arbeiðir við. Í alt 25 granskarar hildu 45 fyrilestrar uppá 4 dagar. Sí skránna her
Talið á áhoyrarum var sera ymiskt, frá umleið 100, har tað var mest til knapt 10 onkrastaðni. Áhugin var tó líka stórur allastaðni, og fitt av spurningum og kjaki var aftaná fyrilestrarnar.
Vit fara nú at eftirmeta tiltakið saman við granskarunum og stovnunum og taka støðu til, um hetta skal roynast aftur komandi ár. Vit vilja í hesum sambandi fegin frætta frá fólki, sum hava viðmerkingar til átakið, ella hugskot til, hvussu vit kundu skipað tiltakið enn betri.
Myndin er frá Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, tá Jan Sørensen helt fyrilestur har.