Grein um streymarnar í økinum sunnan og vestan fyri Munkagrunnin
Tann 13 november varð nýggj grein: “Atlantic water flow through the Faroese Channels” kunngjørd í vísindaliga tíðarritinum “Ocean Science”. Greinin er um streymarnar í økinum sunnan og vestan fyri Munkagrunnin, sum hava stóran týdning fyri, hvussu fiskur ferðast gjøgnum økið.
Tað eru granskarar á Havstovuni, sum hava skrivað greinina saman við samstarvsfeløgum í Noregi, Skotlandi og Týsklandi.
Høvundarnir eru Bogi Hansen, Turið Poulsen, Karin Margretha Húsgarð Larsen, Hjálmar Hátún, Svein Østerhus, Elin Darelius, Barbara Berx, Detlef Quadfasel og Kerstin Jochumsen.
Havstovan sigur um greinina:
"Høvuðsgongdina í streymunum gjøgnum okkara havleiðir hava vit kent leingi. Úr útsynningi og vestri kemur tann heiti Norðuratlantsstreymurin, sum ofta eisini verður nevndur Golfstreymurin. Hesin streymur fyllir tey ovastu løgini í havinum kring Føroyar við heitum sjógvi úr Atlantshavinum og heldur tí kalda Eysturíslandsstreyminum burturi frá Landgrunninum.
Tá Norðuratlantsstreymurin nærkast Føroyum, býtir hann seg sundur. Ein partur fer suðurum og rekur gjøgnum Hetlandsrennuna. Restin av Norðuratlantsstreyminum fer norður um Føroyar, har hann verður nevndur Føroyastreymurin. Hesin streymur býtir seg aftur sundur í tvær greinar. Onnur greinin heldur fram eystureftir móti Noregi, meðan hin greinin vendir suður í Hetlandsrennuna og rekur í ein útsynning yvir hellingini føroyamegin í Hetlandsrennuni. Ta greinina nevna vit “Syðri Føroyastreymurin”.
Hesar streymar hava vit kent leingi; men ivi hevur verið um, hvat hendir, tá Syðri Føroyastreymurin røkkur suður av Munkagrunninum og møtir tí partinum av Norðuratlantsstreyminum, sum fór suður um Føroyar. Tann spurningurin hongur eisini saman við, hvussu rákið av Atlantssjógvi er gjøgnum Bankarennuna.
Báðar rennurnar, Bankarennan og Hetlandsrennan, og økið millum tær verða á enskum vanliga nevnd “the Faroese Channels”, og tað er rákið av heitum Atlantssjógvi gjøgnum hetta øki, sum verður viðgjørt í nýggju greinini. Hon savnar tilfar frá nógvum ymiskum mátingum, bæði frá Havstovuni, frá okkara samstarvsfeløgum, frá fylgisveinum og øðrum viðkomandi keldum.
Eitt av úrslitunum í nýggju greinini er, hvussu rákið í øllum hesum økinum skiftir. Viðhvørt rekur suðureftir gjøgnum Bankarennuna mestsum allan vegin tvørtur um hana uttan bara inni á grunnum á Landgrunninum. Tá hesin sjógvur er komin suður gjøgnum Bankarennuna, vendir hann eysturá og fer inn í Hetlandsrennuna saman við tí syðru greinini av Norðuratlantsstreyminum, sum fór beinleiðis inn í rennuna. Longri eysturi í Hetlandsrennuni møtir hesin sjógvurin tí Syðra Føroyastreyminum í einum smølum øki, sum vit nevna ein “frontur” .
Í vatnskorpuni er ikki so stórur munur millum sjógvin báðu megin henda frontin; men sjógvurin í Syðra Føroyastreyminum kólnar nógv meiri við dýpinum enn sjógvurin vestan fyri frontin. Niðri á 300 – 400 metra dýpi – har t.d. svartkjafturin ofta ferðast – verður tí stórur hitamunur tvørtur um frontin.
Hesin frontur er altíð at finna onkustaðni í Hetlandsrennuni; men viðhvørt liggur hann nógv longri vesturi (sí Mynd 3). Tá er rákið í Bankarennuni vanliga eisini øðrvísi. Í vestaru síðu av rennuni rekur framvegis suðureftir; men nógv av tí sjógvi, sum rekur suðureftir í hesi síðuni, vendir og rekur so norðureftir yvir hellingini á Landgrunninum.
Eitt annað úrslit í nýggju greinini er, at tað ber til at fylgja hesum broytingum við úrslitum frá fylgisveinum, sum máta hallið á vatnskorpuni ymsastaðni (satelitt altimetri). Hetta hevur millum annað týdning av tí, at vit áður hava sæð, at hesar broytingar í streymunum kunnu ávirka ferðingina hjá fiski.
Serliga er tað svartkjafturin, sum ferðast gjøgnum hetta økið aftan á gýtingina um várið. Viðhvørt fer hann mest norður gjøgnum Bankarennuna; men aðrar tíðir ferðast hann mest gjøgnum Hetlandsrennuna. Gamlar kanningar hava áður bent á, at hetta er knýtt at streymunum í júst tí økinum, sum greinin viðger. Tað verður tí áhugavert at síggja, hvussu hesi nýggju úrslitini kunnu brúkast í sambandi við ferðingina hjá svartkjafti og kanska eisini øðrum fiski."
Greinin kann lesast her
Kelda: hav.fo