Skriva út
Lagt út: 25.02.2018

Bjørt Katrinardottir Kragesteen vart ph.d. á Max Planck Institute

Tann 29. januar 2018 vardi Bjørt Katrinardottir Kragesteen ph.d. ritgerð sína á Max Planck Institute for Molecular Genetics í Berlin, Týsklandi.

Hon hevur arbeitt við vegleiðing frá Stefan Mundlos professara í hansara granskingarbólki "Development and Disease" á stovninum frá oktober 2013 til januar 2018.

Verjan var almenn, sum er vanligt í Týsklandi, við eini nevnd við fýra professarum og einum post. doc. Fyrst var ein framløga í ein hálvan tíma og síðan var kjak í umleið 45 minuttir. Tað gekk sera væl. Í Týsklandi verður próvmet latið og Bjørt fekk próvmetið "suma cum laude", ið er tað hægsta.

Heiti á ritgerðini er "A Dynamic Chromatin Architecture Modulates Pitx1 Gene Regulation in Limb Development and Disease".


Bjørt sigur soleiðis um arbeiðið: “Eg havi brúkt CRISPR-Cas9 tøkni í músum fyri at endurskapa ikki-kotandi mutatiónir (deletions, inverions) sum føra til vanskapan av ørmum og beinum í menniskjum, t.d. polydactyly, klumpfót, arm-til-bein transformatiónir etc. Hetta fyri at kanna og skilja, hvussu mutatiónir í tí ikki kotandi partinum av arvastronginum, ið er boðkotan um, nær og hvar gen verða tendrað og sløkt, ávirka gervirksemið, og hvussu hetta førir til broytingar av menningini av ørmunum og beinunum á embryo-støðinum."

Les meira í Heilagrunninum